Jólakalendari: 9 dec

Navn: Ndende Adama Gueye
Aldur: 37

Skrásettir dystir í bestu deildini: 327

Persónligt mál fyri komandi kappingarár:
Eg vóni, at eg megni at spæla allar dystirnar næsta ár. Afturat tí vóni eg, at eg aftur komi at skjóta nøkur avgerandi mál. At enda skal eg vera høgra hondin hjá venjarinum, og samstundis sum eg ætli at hjálpa teimum ungu leikarunum at mennast og gerast betur.

Mál fyri liðið komandi kappingarár:
Næsta kappingarár skulu vit verða betur enn vit vóru í ár.

Yndis pláss á liðnum:
Eg eri miðverji, men kann eisini spæla sum verjukendur miðvallari.

Scroll to Top