Kærkomin sigur á útivølli

1. deild: KÍ 0-1 TB

Venjarin Hans F. Hansen sigur soleiðis um dystin:

Eg hevði valgt at geva frí til allar, sum eru ein partur av EFFO hópinum í dag og tað gav pláss til nøkur nýggj nøvn, td. Rógvi Kárason, Pætur Holm og Bárður Lisberg.

Liðið sum byrjaði var: Bjarni í mál, verjan var Benjamin, Pætur, Jón Tórur og Petur. Miðjan var Einar, Mikal og Carl. Frammi vóru Chris, Ólavur og Mikkjal.

1. hálvleikur var javnur og vit spældu heilt okay. Vit høvdu nokk besta møguleika, sum Ólavur fekk, men skotið fór fram við.

0-0 var støðan í hálvleikinum.

Vit fingu broytt nakað í hálvleikinum og tað gjørdi, at spælið hjá okkum hekk betur saman og gav tað úrslit, tá Pætur setti bóltin í netið.

Tað sum KÍ kom til, tók verjan, og ein vælleikandi Bjarni, í málinum sær av.

Rógvi kom inn tá ið umleið 20 min. vóru eftir og gjørdi tað gott ímillum teir vaksnu menninar, so tað er nakað vit kunnu gleða okkum um.

Samanumtikið høvdu okkara menn ein sera góðan hugburð, arbeiddu væl og spældu, til tíðir, góðan fótbólt.

Dysturin í dag vísir okkum, at um allir halda avtalur og levera ein góðan innsats, eru okkara menn líka góðir sum hini liðini vit spæla ímóti í 1. deild.

 

Scroll to Top