Kaj Niclasen settur málmansvenjari

Kaj Anton Jógvan Niclasen hevur verið at sæð í TB høpi eina tíð og nøkur eru longu vælvitandi um, at hann hevur tikið sær av Ivani og Aksel, málmonnunum hjá okkum í bestu og næstbestu deildini. Kaj hevur í mong ár verið ein av føstu HB venjarunum, har hann hevur staðið fyri teirra málmansvenjing, men hann valdi í summar at takka fyri seg í Havnar Bóltfelagið.

Kaj, sum er úr Trongisvági men hevur búð mong ár í Havnini, hevur eini hús í Trongisvági og hevur hann seinastu tíðina verið alsamt meira her suðri. Hann er oftani her suðri um vikuskiftini og gevur hetta honum møguleikar at hjálpa felagnum. Hesum møguleika hevur Tvøroyrar Bóltfelag loftað og er Kaj settur sum málmansvenjari.

Hann kemur at hava málmansvenjingar undir hond í felagnum, hetta verður í høvuðsheitum vaksnamannadeildina, men hann fer í so stóran mun eisini at royna at leggja tað soleiðis til rættis at hann eisini fær lagt teimum málmonnunum í ungdómsdeildini lag á og menna teirra talent.

Umboðaði TB í 1997

Kaj hevur sjálvur, ikki so yvirraskandi, verið málmaður á sínum ungu døgum. Her hevur hann umboða trý feløg í Føroyum. Hann leikti við B36 frá 1994 til 1996 og í 1997 var tað okkara felag, TB, sum hann trein inn fyri. Eftir hetta bleiv tað HB í 2010 og í 2011 bleiv hann settur sum venjari har. Hetta vardi fram til í ár í august, tá hann valdi at takka fyri seg. Hann spældi eitt nú mest í 2. deild hjá monnum, har hann hevur 65 dystir undir beltinum og fimm dystir í næst bestu deildini.

Í 1997, tá hann leikti fyri TB spældi hann ein dyst og hesin var í Sumba. Endaliga úrsliti varð 3-3. Kaj bleiv innskiftur í steðginum eftir at Magni Hentze, sáli, noyddist at lata seg útskifta. Einsamallur málskjútti hendan dagin á Krossinum í Sumba var Aleksandar Radosavljevic, ella sum vit í TB betur kenna hann Sasha. Eisini kann nevnast at hjálparvenjarin hjá TB, Karl Øster, var við hendan dystin.

Partur av ungdómslandsliðnum

Kaj hevur ikki bert fingist við feløgum, men hevur hann eisini verið tengdur at hjá FSF sum venjari hjá ungdómslandsliðum. Hann hevur seinastu árini verið málmansvenjari hjá U17 landsliðnum, sum okkara høvuðsungdómsvenjari Pól F. Joensen hevur ábyrgdina av saman við Áka Johansen.

Imponeraður av ungu TB’arnum

Kaj sigur í samrøðu við okkum, at hann er rættuliga imponeraður av ungu TB’arnum sum eru tengdir at besta liðnum hjá okkum. Hann kennir onkran av teimum frá U17 landsliðnum og letur væl at og ikki minst sigur hann víðari, at hetta liðið eigur at kunna klára seg í Effodeildini, hóast eitt sindur turbulenta tíð.

Kaj hevði sína fyrstu venjing við TB samstundis sum Bill McLeod Jacobsen traðkaði til sum interim venjari í summar, eftir at Hans Fróði og TB fóru hvør til sítt.

Víðari sigur Kaj, at hann sera glaður fyri umstøðurnar við Stórá og eiga øll tvørafólk eisini at vera tað, tí hetta eru einastandandi umstøður til fótbólt. Millum annað var hann við U17-landsliðnum, tá teir høvdu eitt vikuskiftið við Stórá og sigur, at hetta var eitt tað besta staðið at fara við dreingjunum, tí tað var onki sum órógvaði teimum har og teir tí bert hugsaði fótbólt.

Góð tíð í HB

Hóast Kaj og HB ikki longur eru eitt, so er Kaj ómetaliga glaður fyri tíðina í Havnar Bóltfelag, har hann byrjaði sum venjari hjá piltunum í 2006 og í seinnu helvt av 2009 bleiv hann settur sum venjari saman við Sámal Erik og Heðin. Tíðina í HB fer Kaj aldrin at gloyma og ynskir HB sjálvandi alt tað besta.

Hann hevur tikið tey ymsu venjaraskeiðini, sum eru til málmansvenjara og gevur hetta honum góð amboð at menna málmenn.

Umframt at vera málmansvenjari, so er Kaj smiðjur á Brandstøðini í Havn.

Vit ynskja Kaj hjartaliga vælkomnan til TB.

Scroll to Top