TB liðskiparin Kári Niclasen andaðist sunnudagin einans 56 ára gamal
Kári var liðskipari á TB liðnum sum í 1987, undir leiðslu av Egil Steintórsson, vann FM heitið, sum higartil er okkara seinasta.
Tað var ikki av tilvild at Kári var okkara liðskipari, bæði dugnaligur leikari og eisini framúr persónur, sum øll kundu góðtaka sum liðskipara.
Nú verður hann borin út av Tvøroyrar kirkju í morgin (tórsdagin) og vit siga farvæl til henda persón sum gav TB so nógv.
Vit fara at minnast Kára fyri hansara góðu persónligu eginleikar og fyri tað hann gav okkum sum TB leikari.
Æra verði minni um Kára Niclasen.
Nevndin.