Keyp bingoplátur í handlum

Í samband við TB bingo, ið verður stroymt á YouTube, ber hesa ferð til at keypa sær plátur í handlum kring Suðuroynna.

Byrjað verður sunudagin 26. apríl klokkan 16:00. Stroymingin byrja eitt sindur áðrenn.

Høvuðsvinningur er ein Nilfisk Combi Washer virði kr. 2.499.
Eisini ber til at vinna gávukort frá Bónus

Handlarnir, ið selja plátur eru:

Esla, Tvøroyri
Tangabúðin, Tvøroyri
Magn, Tvøroyri
Torgið, Vágur
Bakkhús, Hvalba

Seinasta freist at keypa plátur í handlunum er leygarkvøldið klokkan 20:00.

Leinkið til YouTube-rásina hjá felagnum (trýst her).

Scroll to Top