Sunnudagin verður aftur dystur við Stórá, tá kemur KÍ á vitjan. KÍ hevur ein kærkomnan sigur móti HB á Summarfestivalinum sum seinasta dyst. Hesin sigurin var til so mikið stóra frøi at máltalvan stóð frá við úrslitinum í langa tíð eftir dysturin var liðugur, eitt fyribrigdi sum TB ofta hevur gjørt brúk av, tá søtur sigrar vóru vunnir á Sevmýri.
KÍ er annars eitt av liðnum sum vit møguliga høvdu kunna tikið okkum framum móti kappingarenda, men við úrslitinum í kolandi storminum í Vági og teirra sigri móti HB, so er hesin møguleikin minkaður nakað.
Hetta verður seinasti dystur móti KÍ á hesum sinnið og munnu mong minnast fyrstu uppgerðina okkara millum, sum varð leikt við Stórá. Her endaði tað við einum 1-1 javnleiki eftir at vit høvdu fingið tvey reyð kort og fimm gul.
Teitur Olsen flest minuttir
Miðverjin hjá okkum, Teitur Olsen, er higartil leikarin við flestum minuttum á besta liðnum hjá TB í ár. Hann hevur leikt 1747 minuttir sambært Faroe Soccer og hevur megnað at bert fáa eittans gult kort.
Kofi ikki tøkur
Gongdin við at tryggja uppihaldsloyvið og eftirfylgjandi leikaraloyvið til nýkomna Kofi gongur strilti og hevur verið darvað av summarferiu hjá avvarandi myndugleika og ikki minst bureaukratiskar forðingar, sum eitt nú at digitalur postur (les teldupostur) ikki er nóg gott og tí má stórur partur av samskiftinum umvegis vanlig brøv.
Gongdin eftir 20 umfør
Fara vit aftur at hyggja eftir, hvussu gongdin sær út eftir ársins fyrstu 20 umfør samanborið við hini árini vit hava verið í bestu deildini í Føroyum síðani skipanin bleiv broytt, so síggja vit, at Tvøroyrar Bóltfelag liggur betri fyri enn nakrantíð.
Ár | Vunnir | Javnir | Taptir | VM | TM | MM | Stig | Nummar |
---|---|---|---|---|---|---|---|---|
2015 | 4 | 10 | 6 | 29 | 34 | -5 | 22 | 7 |
2013 | 3 | 7 | 10 | 18 | 36 | -18 | 16 | 9 |
2012 | 4 | 7 | 9 | 23 | 37 | -14 | 19 | 9 |
2005 | 3 | 5 | 12 | 17 | 37 | -20 | 14 | 10 |
Í 2013, 2012 og 2005 lógu vit um hetta mundið á niðurflytingarplássinum. Í 2013 og 2012 vóru vit nummar 9 við ávikavist 16 og 19 stigum. Í 2005 vóru bert 14 stig á kontoini og vit lógu aftast.
Vit hava tó ikki vunnið nógv fleiri dystir enn hini árini. Í ár hava vit vunnið fýra dystir, tað høvdu vit eisini í 2012, meðan tað í 2013 og 2005 bert var blivi til tríggjar sigrar.
Dysturin sunnudagin verður leiktur klokkan 15:00.