Klassikari við Stórá í dag

Havnar Bóltfelag og Tvøroyrar Bóltfelag hava havt mangar minniligar samanbrestir gjøgnum ár og dag – vónandi verður dagsins dystur onki undantak. HB hevur fingið eina góða byrjan uppá kappingarárið, har millum annað fyrrverandi TB leikarin Poul Ingason hevur verið eyðsýndur í álopinum hjá teimum. HB lógu undan hesum umfarinum nummar 1 – NSÍ hevur hetta plássið í løtuni av tí at teir vunnu sín dyst í gjár.

Vit har aftur ímóti hava fingið gongd á eftir fyrsta dystin sum endaði við einum tapið móti KÍ. Síðsti dystur móti AB endaði við einum 1-0 sigri við málið av Rógva Joensen, sum higartil hevur skotið bæði málini hjá okkum í ár. Hetta er longu dupult so nógv mál, sum hann gjørdi í fjør í Effodeildini, so vónandi heldur góða gongdin á fram.

Dysturin byrjar klokkan 15:00 í dag og dómari verður Eiler Rasmussen.

Einaferð TB, altíð TB!

Scroll to Top