Dysturin í vikuskiftinum í Gundadali endaði við einum málleysum javnleiki. Talan var tó um spennandi dyst, sum rúmaði nógvar fasettur av spælinum, men tíverri onki mál. Tó so hevði HB bóltin innanfyri strikuna hjá okkum, men dómararnir valdu at bríkslað fyri offside.
Hendan støðan hevur verið umrødd nógvastaðni, eitt nú á Tórsportalinum, har tey ikki ivast í, at HB er vorðið snýtt fyri tvey stig.
Hóast hetta, so fegnast vit bara um frálíku byrjanina vit hava fingið, sum er tann besta síðan 1996.
Heimasíðutoymið hevði ikki møguleika fyri at vera við til dystin móti HB og tí ein tunn frágreiðing hesu ferð.
Hóast hetta so var Albert Adu sera eyðsýndur og hevði allarhelst størsta møguleikan hjá okkum, men HB málverjin megnaði tó at verja fyri skotinum.
Næsti dystur verður móti NSÍ við Stórá 2. apríl.
Annars minna vit á, at aðalfundur verður í kvøld, 23. mars, klokkan 19:00 í hølum felagsins. Sí meira her.