Atgongumerki á 250,- kr. fáast nú til keyps í forsølu á Torginum í Vági, í Effo- og Magnstøðini á Tvøroyri og í Bakkhús í Hvalba, til stóru konsertina við Flammu & Signar í Homrum, í Høllini í Trongisvági, leygarkvøldið 12. september kl. 20.00.
Í Flammu eru Laila Carlsen, Ann Chanett Danielsen og Malan Eyðunsdóttir.
Fyriskiparir eru Tvøroyrar Bóltfelag og Flamma