Kvinnukvøld 27. apríl

27. apríl klokkan 19:00 verður árliga kvinnukvøldið, sum Tvøroyrar Bóltfelag skipar. Nógv spennandi er á skránni, millum annað mótasýning, skemt, tónleikur og annað. Øll skráin sæst á myndini niðanfyri.

Atgongumerkir kunnu keypast hjá Effo á Tvøroyri til 25. apríl klokkan 23:00. Kostnaður er 250 kr.

Tvøroyrar Bóltfelag ynskir at takka luttakarum og stuðlum til tiltakið.

Stuðlar: Breyðkassin v/ Hans Olaf, Føroya Bjór, Hjá Angilie, Effo á Tvøroyri, Bónus, FK, Richard B. Thomsen, Magn í Trongisvági, Tjaldurs Apotek, Gaards Bakarí og Kafeteria við Anitu.

Scroll to Top