Landslið á vitjan við Stórá í dag

Fyrsta barnakappingin og fyrsta landsliðsvenjingin við Stórá, og bæði vóru væl eydnaði (Mynd: Andre Dalfoss)

Fyrsta kapping fyri U-8 dreingir varð hildin við Stórá í dag, og umframt nógvu dystirnar har, so var tað heilt serliga við degnum í dag, at eitt av ungdómslandsliðunum var á vitjan. Hetta er fyrsta ferðin eitt landslið vitjar nýggja vøllin, og venjingarnar gingu av tí allar frægasta. Venjingin í Suðuroynni er fyrsti liður í fyrireikingunum til U-17 Norðurlendsku Meistraraheitskappina í august mánaði.

Venjararnir, Poul F. Joensen og Áki Johansen høvdu kallað U17 leikarar inn til landsliðsvenjing á Tvøroyri sunnudagin, og var venjingin tann fyrsta í røðini fram móti NM fyri U17 landslið í august. Byrjað bleiv at venja, so skjótt dreingirnar komu suður, og vant bleiv fram til kl 11, áðrenn døgurðasteðgur og hvíld var á skránni. Eftir U8 kappingina sum byrjaði kl 13, sluppu U-17 dreingirnar so at spæla ein venjingardyst móti einum úrvalsliði av ungum og evnaríkum suðuroyingum. Hesir vóru valdir út við varni, og teir vóru allir, eitt sindur eldri enn landsliðsleikararnir.

U17 landsliðsvenjararnir báðir, Poul F. Joensen og Áki Johansen høvdu tíð til myndatøku, eftir fyrstu venjingina sunnumorgunin

Væl nøgdir venjarar
Tá vit fingu orðið á Poul F. Joensen í gjárkvøldið, kundi hann greiða okkum frá, at venjingin hevði eydnast sera væl, og at teir vóru sera nøgdir við støðið á dreingjunum, sum manniliga kempaðu móti teimum eldru suðuroyingunum. Um umstøðurnar vóru venjararnir báðir á einum máli um, at tær kundu neyvan finnast betur í landinum, visti Poul eisini at siga frá. -Hetta verður avgjørt ikki síðsta ferðin vit vitja við Stórá, segði ein væl nøgdur Poul F. Joensen

Hugagóðir unglingar
Sjey lið frá fýra feløgum kappaðust í fyrstu barnakappingini, sum bleiv spæld við Stórá sunnudagin, og kappingin gekk framúr væl. Nógv børn, foreldur og leiðarar vóru møtt upp, og eftir nakrar góðar dystir, á frálíka nýggja vøllinum, blivu tey øll boðin innar í Ítróttarhøllina í Trongisvági, har kaffi, breyð, køkur og frukt varð bjóðað teimum.
Fýra feløgini, ið vóru umboðaði, vóru TB (tvey lið), Skála (tvey lið), Víkingur (tvey lið) og 07 Vestur, við einum liði.
Stuttligt var at síggja, hvussu hugagóðir hesir ungu garpar tuskaðu runt, hóast úrslitið ikki altíð bleiv so flott. Týdningarmesta var tó, at øll høvdu tað stuttligt saman, og spældu eina rúgvu av fótbólti.
Drívið á tit røsku børn, so fara tit møguliga í framtíðini, at umboða besta liðið í felagi tykkara.

Scroll to Top