Leigan av Meinhardti heldur fram

Hóast vit skrivaðu, at til dystin ímóti ÍF skuldi Frederik Mehder aftur í málið, so er hann framvegis darvaður av skaðanum eftir KÍ dystin, tá ein ikki serliga umhugsin KÍ’ari endar við at sparka okkara málmann beint í høvdið.

Meinhardt Joensen hevur verið ein dyggur stuðul og leigan av honum er nú longd til komandi tveir dystirnar.

Mynd: Mariann Mikkjalsdóttir

Scroll to Top