Mánakvøldið verður boðið til leikarafund fyri øllum teimum, ið hava áhuga at spæla fótbólt í Tvøroyrar Bóltfelag komandi kappingarár í 1. og 2. deild.
Heitt verður tí á allar leikarar um at møta upp til fundin, ið verður í TB Húsinum við Stórá klokkan 19.00 mánakvøldið 25. november.
Nýggir leikarir eru vælkomnir.