Leikaratátturin: Rógvi Joensen

Næsti leikari á skránni er elegantierurin úr Froðba, Rógvi Joensen. Pápin er væl kendur innan føroyskan fótbólt – Pól F. Joensen – og var Pól og royndi seg á føroyska landsliðnum á sinni. Vit eru mong, ið lættliga kunna ímynda okkum at eisini Rógvi sleppur at royna seg á A-landsliðnum. 19 ára gamli Rógvi fekk sítt gjøgnumbrot á besta liðnum hjá TB í fjørð, men við royndunum frá í fjørð, so rokna vit við at síggja ein enn meira tendraðan Rógva við Stóra í 2013!

Navn: Rógvi Joensen
Føðiár: 1993
Hædd: 182,5
Pláss á liðnum: Miðvallari
Lið umboðaði: Einaferð TB, altíð TB (VB/TB í drongja-deildini)

Hví valdi tú fótbóltin sum tína ítróttargrein? 
Tað kemur nokk av, at pabba sjálvur hevur havt nógv við fótbólt at gera. So hann hevur sparka nógv við mær og beiggja mínum.

Tú er rættuliga nýggjur í vaksnamannadeildini, hvussu var skiftið frá dreingjadeildunum og so til vaksnamannadeildina?
Tað var ein stórur munur. Har slapp man ikki at skumpa aðrar upp koll, men harafturímóti gekk tað hart út yvir meg sjálvan, hehe.

Tú hevur bara leikt við TB higartil, hevur tú ætlanir um at leika aðrastaðni seinni – um ja, hvat er so dreymurin hjá tær? 
Tað dugi eg ikki at svara uppá. Eg spæli við TB í ár, men í summar verið eg liðugur við mína miðnámsútbúgving, so tá skal eg leita mær eftir einum arbeiði ella læruplássi. Møguliga til Havnar at læra til lærara

Nú er stutt síðan tit byrjaðu at venja av álvara, hvussu styrkismetur tú hópin og hvat er veikleikin hjá liðnum.
Liðið er gott. Allir vita, at tað verður hart í ár, men við fight’ara viljanum sum vit í TB hava, so skal tað nokk ganga jaligt. Viljin er okkara styrki. Veikleikar veit eg ikki? Tað vil eg ikki siga nakað um.

Metir tú tað hava týdning, at TB hevur fingið Einherjar at stuðla sær til dystir bæði úti og heima og er tað nakað serligt við Einherjum, ið tú vilt nevna?
Eg meti tað vera heilt týdningarmikið. Tað er fantastiskt at hoyra teir til hvønn dyst. Tað hjálpa sera gott, bæði í við- og mótgangi. Teir vinna altíð uttanfyri vøllin og eg hopi veruliga, at teir vera líka so sjónligir, sum teir vóru í 2012, ella enntá meira KOYR Á!

Umstøðurnar kring nýggja vøllin, metir tú at tær fara at hava nakran týdning fyri avrikini á sjálvum vøllinum?
‘TB hevur ikki havt góðar umstøður í fleiri ár. Men nú sær alt ljóst út, nýggjan vøll, hús, bóltar og annað. Sjálvandi kemur tað at hava sína jaliga ávirkar.

Heldur tú, at vit skjótt fara at síggja ein TB-leikara á landsliðnum, og um ja, hvør verður hann so?
Ja, tað er væl møguligt. Gilli er longu komin. Men helst verður onkur fyrst at síggja á U-21 og U-19 landsliðnum. Millum annað Eirikur í Fámjin, Poulotelli og Teitur Olsen.

Er nakar, ella nakrir spælarar tú vilt siga nakað serligt um?
Hehehe, nei? Ella, eghaldi at tað er nokkso stuttligt, at man slapp at spæla fótbólt við sínum fyrimyndum øll síni barnaár, her meini eg við Bárður Dimon og so seinni Martin Tausen

Hvør verður toppskorari hjá TB í ár?
Tað vera Ragnar Tausen og Poulotelli.

Besti leikari í TB?
Martin Tausen.

Besti leikari í deildini?
Eyðun Gullok Svalbard! Nei tvætl, Gilli Sørensen ella Símun Samuelsen.

Hvørjum plássi á stigatalvuni fara tit eftir í ár?
NR 1 sjálvandi.

Besta uppliving sum leikari í TB:
Tá ið eg fekk mín fyrsta dyst fyri TB í vaksnamannadeildini ímóti HB í Gundadali, í 2009, tá ið pabba var venjari. Tá fekk eg debut og 2 kassar. Men tapti tó: http://www.faroesoccer.com/match.php?matchID=12561&pid

Stuttligasta uppliving sum leikari í TB:
Annars er besta uppliving nokk, tá ið Milan Kuljic, venjarin, leitaði eftir hjálparvenjarinum hjá sær, HFH, tá ið sjalvur Hans Fróði Hansen og landsliðskempan Óli Johanssen komu rennandis spill naknir í TB húsinum til okkara teambulilding. Ongantíð flent so nógv.

Besti leikari í TB nakrantíð?
Pól F. Joensen

Ynski fyri 2013:
At tað kemur at ganga gott hjá TB.

Fakta um Rógva frá Faroesoccer
http://www.faroesoccer.com/player.php?PlayerName=R&gender&_&playerID=5257

Scroll to Top