Tvøroyrar Bóltfelag kann í kvøld boða frá, at sáttmáli er gjørdur við tveir serbar. Talan er um tveir 29 ára gamlar leikarar, ið fara at styrkja um hópin til hetta kappingarárið í Betri deildini.
Annar er miðvallarleikarin Veljko Vukovic og hin er áleyparin Ivan Ivanovic.
Sostatt er gongdin við at brynja seg til Betri deildina 2019 væl ávegis.
Einaferð TB, Altíð TB!