Leikaratilgongd

Nú ikki nógvir tímar eru eftir, til flytingargluggin letur aftur, meta vit í nevndini í felagnum, at tíðin er búgvin at koma við einari útmeldig um, hvørjum leikarum felagið hevur styrkt og breiðkað Effo hópin við til seinnu helvt av kappingini.

Í tíðini flytingargluggin hevur verið opin, eru tríggir leikarar komnir til felagið.

  • Kofi Appiah er 26 ára gamal og av ganesiskum uppruna. Kofi hevur, seinastu árini, verið búsitandi í London, har hann hevur leikt fyri fleiri ymisk feløg. Hansara styrki er, at hann kann leika sum áloypari, miðvallari og sum verjuleikari. Kofi Appiah og Albert Adu eru kenningar og hava leikt á sama liði í Stóra Bretlandi. Eins og Adu, er Kofi sera skjótur og sera sterkur tekniskt.
  • Jonas Gejel Hansen er 19 ára gamal og er dani, ið hevur røtur í Føroyum. Jonas byrjaði sína yrkisleið í fótbóltsheiminum í Tarp Boldklub. Í 2013 fekk hann sáttmála við Esbjerg fB, har hann spældi sín fyrsta Superliga dyst 26 sept. 2013. Jonas hevur umboða danska U19 landsliðið í 14 dystum, og er hann ein sera evnaríkur miðvallari.
  • 24 ára gamli Hanus Mortensen er ein kenningur hjá okkum í TB. Hanus leikti við TB áðrenn hann fór til Danmarkar at útbúgva seg. Í Danmark hevur hann leikt fyri ÍF Føroyar.

Vit gleðast um, at hesir leikarar hava valt at gerðast ein partur av hópinum, og ynskja teimum hjartaliga vælkomnum í felagið.

Vít gleða okkum til eina spennandi seinni helvt. Drívið á, allir sum ein.

Scroll to Top