Leikaratilgongdin er vaksandi

TB hóparnir í Effodeildini og í 1. Deild eru sterkir í ár. Nógvir leikarar kappast um plássini, og tað fær tað besta fram í hvørjum einstøkum. Sterka tilgongdin ger tað bert enn meira spennandi, nú kappingarárið fer av bakkastokki um vikuskiftið (Mynd: Savnsmynd frá Bjarna Nygaard)

Vanligt hevur altíð verið, at einkultir leikarar frá øðrum feløgum hava roynt seg í TB eina tíð. Hetta árið er onki undantak í so máta. Munurin er tó tann, at enn fleiri enn vanligt eru komnir til felagið í ár, og at nakrir teirra eru rættuliga ungir, er spennandi fyri framtíðar TB liðið. Nakrir hvalbingar komu til felagið í fjør til dømis, og onkur nýggjur er komin til felagið í ár afturat. Umframt styrkin úr Hvalba, eru tríggir komnir úr FC Suðuroy. Uttan iva er tað nýggju og sera góðu karmarnar, sum draga og lokka, men tað er als ikki óhugsandi, at TB, sum fremsta felag í oynni, hevur eitthvørt serligt yvir sær. Ein so sterkur felagskapur, sum harafturat arbeiðir knallhart, fyri framhaldandi at mennast, er sannuliga lokkandi.

Góður stuðul úr Hvalba
Úr hvalba hevur TB mangan fingið sera góðan styrk, og aftur í ár teljast nakrir dugnaligir hvalbingar millum TB leikararnar. Michael Bertholdsen er tann nýggjasti í røðini, men hann spældi eisini í TB afturi í 2007. Hinir báðir hvalbingarnir, ið umboða TB í ár, eru beiggjarnar, Rúni og Jón Thomsen. Teir spældu eisini við TB í seinnu hálvu í fjør. Rúni var annars á fyrsta sinni TB leikari í 2003, og í fjør valdi hann so aftur at royna seg fyri aldursforsetan. Niðanfyri síggja vit teir tríggjar hvalbingarnar avmyndaðar.

Rúni Thomsen – Aldur: 32 – Stað á vølli: Miðvøllur – 94 dystir í 1. Deild – 89 dystir í 2. Deild – 25 steypadystir – 33 mál (Kelda: faroesoccer.com)

Tilgongd av unglingum úr FC Suðuroy

Ikki minni enn tríggir ungir leikarar frá grannunum fyri sunnan, hava í ár valt at royna seg í TB. Leikararnar eru allir ungir, og hava tí ikki so øðiligt av royndum. Men tær kunnu teir fáa í ár, við at venja og spæla í landsins bestu kørmum, hjá TB. Royndasti leikarin av hesum trimum, er Tóki Brattalíð, ið faktiskt hevur 20 ára føðingardag í dag. Tillukku Tóki, og vælkomin til felagið. Tóki er álopsinnaður miðvallari, ið eisini kann spæla í álopinum, og hann er so herliga útfordrandi. Hann er kvikur, og hevur eitt gott skot. Hetta eru dygdir, ið higartil hava  vunnið honum 15 dystir í Effodeildini, og í TB hevur hann longu útmerkað seg til venjing, og venur, at kalla fast, við Effodeildarhópinum.

Hinir báðir, talan er um, eru 17 ára gamli Rani Jacobsen og 19 ára gamli John Jacobsen.
Rani er ungur og spennandi miðvallari, sum gongur í fótasporum abba síns, Birgar Niclasen. Birgar var stinnur TB leikari á sínum ungu árum, og vandi í nógv ár eisini ungdómslið hjá TB. Um Rani minnir um abba sín, so er tað veruliga ein fongur, sum TB hevur fingið sær í unglinginum.

John er málverji, men hevur eisini spælt sum útileikari í FC Suðuroy. Hann er tó frægastur í málinum, og venur hann dúgliga og hart, so er framtíðin honum veruliga bjørt. Hann hevur fortreytirnar, til at blíva ein rættuligur styrkur í framtíðini, og tí er tað serliga gleðiligt, at vit aftur fáa kapping um málmanspostin í felagnum. John tekur kappingina upp við 16 ára gamla Boas Nitschke, sum eisini er eitt spennandi málmanstalent. Tað er lítil ivi í, at halda hesir málverjarnir á fram, við miðvísari venjing, so skal tað vera sera løgið, um ikki teir, í minsta lagi, sleppa á besta liðið.
Teir tríggir unglingarnir, ið komnir eru frá FC Suðuroy eru avmyndaðir niðanfyri.

Tóki Brattalíð – Aldur: 20 ár – Stað á vølli: Miðvøllur / Álop – 15 dystir í Effodeildini – 16 dystir í 1. Deild – 25 dystir í 2. Deild – 2 steypadystir – 15 mál (Kelda: faroesoccer.com)

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

Verið hjartaliga vælkomnir til TB, og vónandi gongst tað tykkum væl. Blíðan byr framyvir.

 

Scroll to Top