Leikaratunnil uppsettur við Stórá

Mynd: Pól F. Joensen
Mynd: Pól F. Joensen

Ein spildurnýggjur og snotiligur leikaratunnil er nú uppsett við Stórá. Hetta er ein liður í at gera okkara umhvørvi enn meira framkomið og ikki minst, so er TB enn eina ferð slóðbrótari í føroyska fótbóltsheiminum! Umframt at vit eru slóðbrótandi, so hevur hesin tunnil til endamáls at økja um trygdina hjá leikarum, dómarum og øðrum hjálparfólkum í samband við dystir.

Hesin tunnil er tann fyrsti av sínum slagið í Føroyum og fyritøkan, ið hevur framleitt hana er ongin onnur enn tann sama, sum hevur gjørt tað, sum er á Old Trafford, leikvøllinum hjá Manchester United.

Leikaratunnilin kemur ikki at órógva útsýnið hjá áskóðarum, tí hann verður bert drigin út, tá tað er tørvur á honum – tað verið seg til dystarbyrjan, hálvleiks og til dystarbyrjan.

Leikaratunnilin er latin av: HA-Smíð, Bærendsen Teknik, Rich. B.Thomsen, Sp/F Simo, John Reid Djurhuus málarameistari og Húsatænastan Hamar v/ Pól F. Joensen.

Scroll to Top