Leikbann í væntu

Vit hava hugt nærri eftir hvussu býtið millum kortini hava verið hesi fimm fyrstu umførini. Samanlagt í Effodeildini eru fallin 101 gul kort og fýra reyð. TB/FC Suðuroy/Royn hava fingið 16 gul kort, men onki reytt. Hetta gevur sambært Faroesoccer 16 sektarstig. Givið verður eitt sektarstig fyri gult kort og trý fyri reytt kort.

Talvan niðanfyri vísur Effodeildarliðini og tey kort, sum tey hava fingið. Har sæst, at TB/FC Suðuroy/Royn er tað liðið, sum hevur fingið flestu gulu kortini. Flest sektarstig hevur KÍ fingið.

Hyggja vit nærri at TB/FC Suðuroy/Royn, so kann staðfestast at har eru tvey leikbann í væntu.

Jón Krosslá Poulsen og Heri Kjærbo hava higartil fingið trý gul kort og eftir fýra gul kort fær leikarin leikbann.

Scroll to Top