Leygardagin fer TB til Gundadals

Leygardagin kl. 13 spæla HB og TB venjingardyst í Gundadali. Fyri bæði liðini er tað talan um ungar og spennandi hópar, sum allir eru svangir eftir at fáa nakrar minuttir í beinini. Dysturin leygardagin er tann næsti venjingardysturin hjá TB í ár, meðan HB longu hevur tveir dystir í beinunum, undan hesum. Hetta er ein trupul uppgáva hjá okkara ungu gørpum, men tað er tó lítið at ivast í, at dreingirnar fara at kempa sum óðir menn. Dysturin má roknast fyri at vera ein sera góður venjingardystur, so drívið á dreingir.

Scroll to Top