2. deild byrjar 11. apríl

Landskappingin hjá 2. deildarliðnum byrjar um slakar tríggjar vikur. Hetta kappingarárið verður spennandi við suðuroyarbrillum, tí okkara næst besta lið verður við umframt at Royn eisini er umboða í 2. deild. Eitt annað av liðunum, sum eru í hesari deildini er besta liðið hjá Giza/Hoyvík.

Umframt hesi trý liðini er talan í høvuðsheitum um næstbestu- og triðbestu liðini hjá fleiri av liðunum norðanfjørs.

Næst besta liðið hjá okkum byrjar við tveimum útidystum. Sostatt verður fyrsti heimadystur 25. apríl móti KÍ III.

Dystirnir móti grannunum fyri norðan við Eyðun Gullok Svalbard á odda verða 17. mei og 13. september. Ávikavist heima og úti.

Scroll to Top