U12 til Vildbjerg Cup 2017

Í gjár fóru okkara U12 dreingir av landinum fyri at luttaka í Vildbjerg Cup 2017. Vildbjerg Cup er ein av størstu altjóða fótbóltskappingunum í Danmark, har børn og ungdómar í aldrinum 7 til 17 ár úr øllum heiminum luttaka. Í 2016 vóru tað umleið 700 lið tilmeldaði og umleið 10.000 leikarar.

Palle og Steen, hava gjørt eitt megnar arbeiði fyri at fyrireika dreingirnar sum best til hesa stóru avbjóðing. Dreingirnir hava vant nógv og hart, men samstundis hava teir eisini stuttleika sær óført.

Hendan venjingin hevur eisini verið at sæð í heimligu kappingini í ár, har leikararnir týðiliga hava ment seg.

Foreldrini hava eisini verið ófør at stuðla uppundir við ymiskum, sum liður til at fyrireika hesa ferð.

Kappingin í Vildbjerg verður hildin 3.-6. august, og okur fara at siga frá, hvussu gongst hjá okkara røsku dreingjum á Facebook síðu felagsins.

Felagið ynskir dreingjunum allarbestu eyðnu til Vildbjerg Cup 2017, og vónandi fáa dreingirnir og restin av ferðaliðnum eina góða kapping, og koma heim eitt minni fyri lívið ríkari.

Scroll to Top