Lima- og familjudagur

Fríggjadagin 15. februar hava okur aftur TB-limadag við Stórá. Limadagurin verður frá kl 16:00-18:00. Í fjør var fyrst ferð okur hildu slíkan limadag, og hann vísti seg at vera sera væleyðnaður. Nógv fólk møttu og hugnaðu sær, bæði ung sum eldri. Ti vóna okur, at limadagurin í ár verður minst líka væl vitjaður.

Á limadegnum kunnu øll tey, ið hava hug at spæla fótbólt í ár, melda seg til og avgreiða limagjaldið. Í fjør tóku okur eina nýggja skipan, Holdsport, í nýtslu í samband við tilmeldingum og limagjøldum. Nú er stóra arbeiði viðvíkjandi at stovna brúkarar á Holdsport longu gjørt, men á limadegnum ber sjálvandi til at fáa hjálp til at stovna sín Holdsport-brúkara og so framvegis.

15. mars trekkja okur lut um tvey atgongumerkir til næsta landsdyst hjá Føroyum. Talan er um landsdystin 7. juni heima á Tórsvølli ímóti heimsstjørnunum úr  Spania.. Lutakastið verður millum allar leikararnar, ið hava goldið limagjaldið áðrenn 15. marts.

Í ár verða Sport24 við Stórá við TB venjingarbúnanum. Til ber at royna og bíleggja hann. Tað ber bert til at gjalda við gjaldskorti.

Nýggi høvuðsungdómsvenjarin hjá felagnum, Kian Røn, skipar fyri venjing úti á vøllinum, saman við ungdómsvenjarunum í felagnum.

Kaffi, te, vafflur og annað gott verður at fáa, og okur vóna at síggja nógv fólk við Stórá hendan dagin, stór sum smá, ung sum gomul.

Scroll to Top