Limagjald fyri hvílandi limir

Nógv hava seinastu tíðina heitt á ymsar nevndarlimir í felagnum um, hvussu ein gerst passivur limur í felagnum. Hetta eru vit í felagnum sera fegin um, at áhugin fyri felagnum tykist sera stórur í ár og tí er her ein stutt leiðbeining um, hvussu ein gerst passivur limur í Tvøroyrar Bóltfelag.

Ynskir tú at gerast passivur limur í felagnum, so ber til at flyta limagjaldið á konto í Betri Banka kontonummar: 9181-3588256 og minnist til at viðmerkja navn limsins í flytingini.

Kostnaður 200 kr.

Eina ferð TB, altíð TB!

Scroll to Top