Limagjald ungdómsdeildin 2019

Í fjør byrjaðu okur sum nakað nýtt uppá at brúka skipanina hjá Holdsport til at avgreiða okkara limagjøld. Hettar var fyri at gera tað lættari hjá okkum sum felag at umsita, umframt at tað framyvir skuldi vera so ómaksleyst hjá limunum at fáa avgreitt sítt limagjald.

Vælvitandi at fyrsta árið fór at krevja eitt sindur av arbeiði, tí allir limirnir skuldi stovna sær brúkara á Holdsport, og alt skuldi setast upp, so vísti tað seg at rigga væl. Fyri okkum sum felag er tað nógv lættari at umsita.

14-15. februar sendir Holdsport skipanin automatiskt ein teldupost út til allar limirnir við eitt link til at gjalda limagjaldið fyri 2019. Júst sum í fjør, tá limirnir høvdu stovna seg.

Nøkur valdu møguliga at velja at limagjaldið sjálvvirkandi kundi trekjast tá tað aftur var tíð til at gjalda. Hesi skulu sjálvandi onki gera, men bert vera obs uppá at limagjaldið er blivi goldið.

Limagjaldið er óbroytt frá í fjør, og verður ein systkinnaavsláttur upp á 33% verður givin, til barn nr. 2 og uppeftir, ið búgva á somu adressu. Tað vil siga at 1. barnið skal gjalda fult limagjald, og øll tey fylgjandi børnini fáa 33% í avsláttri.

Limagjøldini fyri 2019

  • U7: 150kr
  • U9: 250kr
  • U11: 400kr
  • U13-U15-U17: 600kr

Okur í felagnum ynskja sjálvandi at øll skulu hava møguleika at spæla fótbólt, og tí hava okur gjørt avtalu við Barnabata, um at familjur, ið ikki síggja seg før fyri at gjalda limagjald, hava møguleika at venda seg til Barnabata hesum viðvíkjandi.

Umráðandi er at limirnir fáa avgreitt sítt limagjald sum skjotast. Bert limir, ið hava goldið sítt limagjald kunnu luttaka í venjing og dystir fyri felagið. Umframt eru bert limir, ið hava síni limagjaldsviðurskifti í lagi umfataði av felagsvanlukkutryggingini hjá ÍSF.
https://isf.fo/tilfar/felags-vanlukkutryggingin/

Allir leikarir, ið hava goldið sítt limagjald áðrenn, 15. mars, eru við í lutakastinum um 2 atgongumerki til næsta heimadystin hjá A-landsliðnum hjá monnum. Tað er 7. juni tá Føroyar taka ímóti heimsstjørnunum í Spanien á Tórsvølli.

Um tað er onkur nýggjur leikari er, ið ynskir at melda seg sum lim ber til at fylgja vegleiðingina her:

Minnast skal til at tað er leikarin, ið skal stovnast, men tað ber væl til at brúka teldupostin hjá foreldrunum. Sami teldupostur kann nýtast til fleiri leikarir.

Hvílandi limir

Um onkur sum ikki er aktivur leikari ynskir at vera limur í TB, ber hetta sjálvsagt eisini til. Møguligt er at melda seg til gjøgnum Holdsport eins og leikarirnir, og á hendan hátt fert tú sjálvvirkandi ein teldupost sendandi tá tið er at gjalda limagjaldið aftur, men ein meldar til so tað fer sjálvvirkandi av konto. Til ber at gjalda umvegis hetta leinkið. Ein annar møguleiki er at flyta limagjaldið á konto í Betri Banka kontonummar: 9181-3588256 og minnist til at viðmerkja navn limsins í flytingini.

Scroll to Top