Limagjald gjøgnum Holdsport

Tvøroyar Bóltfelag hevur hópin av íðkandi limum og kann hetta gerast umsitingarliga tungt, og fyri at gera tað lættari hjá okkum at halda skil á øllum leikarunum í felagnum, hava okur valt í ár at brúka donsku skipanina Holdsport.

Holdsport er lætt at nýta, og hevur ymiskar hentleikar, ið fer at gera arbeiði hjá okkum í felagnum lættari. Sum liður í hesum fara okur framyvir at nýta Holdsport til avgreiðslu av limagjøldum.

  • Hvør leikari skal hava ein brúkara inni á Holdsport.
  • Foreldur kunnu gott brúka sama teldupostin til fleiri børn.

Inni á øllum Facebook bólkunum eru leinki beinleiðis, so leikarin verður upprættaður undir rætta liðnum. Eisini eru leinkini til at upprætta leikarar at finna niðast á hesi síðu.

Til ber at melda til inni á heimasíðuna www.holdsport.dk, ella inni á Holdsport appina, ið kann heintast bæði til Apple og Android fartelefonir.

App’in

Apple - App Store
Android - Play Store

Limagjøldini í ár, eins og undanfarin ár:
U7: 150kr
U9: 250kr
U11: 400kr
U13-U15-U17: 600kr
Vaksnamannadeildin: 700kr

Ein avsláttur upp á 33% verður givin, til barn nr. 2 og uppeftir, ið búgva á somu adressu. Tað vil siga at 1. barnið skal gjalda fult limagjald, og øll tey fylgjandi børnini fáa 33%í avsláttri.

Leinkjur til at upprætta leikarar:

U7 dreingir og gentur: Holdsport U7 - nýggjur leikari
U9 dreingir: Holdsport U9D - nýggjur leikari
U9 gentur: Holdsport U9G - nýggjur leikari
U11 dreingir: Holdsport U11D - nýggjur leikari
U11 gentur: Holdsport U11G - nýggjur leikari
U13 dreingir: Holdsport U13D - nýggjur leikari
U13 gentur: Holdsport U13G - nýggjur leikari
U15 dreingir: Holdsport U15D - nýggjur leikari
U15 gentur: Holdsport U15G - nýggjur leikari
U17 dreingir: Holdsport U17D - nýggjur leikari
U18/2. kvinnur: Holdsport U18/2.deild Kv - nýggjur leikari
U21/Vasknamannadeild: Holdsport - U21/Vaksn. - nýggjur leikari

Scroll to Top