Argja Bóltfelag bleiv drigið úr pottinum, tá lutakast var millum liðini, ið luttaka í Løgmannssteypinum. Staðfestast má, at kappingarárið hjá TB/FC Suðuroy/Royn er byrja sera væl við fullum stigatali eftir tveimum dystum í Effodeildini, har sigrar vóru vunnir á ÍF og 07 Vestur. Hinvegin hevur Argja Bóltfelag ikki fingið bestu byrjanina uppá 1. deildar fótbóltin eftir at teir fluttu niður í fjør úr Effodeildini – teir hava tvey stig eftir tveimum dystum.
Landsliðssteðgur hevur verið har føroyska landsliðið fingu javnt í Andorra – ongin leikari frá TB/FC Suðuroy/Royn hevur verið við A-landsliðnum í hesum sambandið og sostatt hava góðir møguleikar verið fyri venjing fram móti dystinum móti Argja Bóltfelag.
Dysturin móti Argja Bóltfelag verður leiktur á Argjum sunnudagin 2. apríl klokkan 15:00. Dómari til dystin verður Jóhan Hendrik Ellefsen.