Lutakast til Løgmanssteypið

Eins og Effodeildin byrjar í mars, so verður innleiðandi umfarið í Løgmanssteypinum eisini á skránni. Innleiðandi umfar verður leikt 26. mars meðan fyrsta umfar verður 24. apríl, sum verður okkara fyrsti dystur í kappingini.

Lutakast var skipað fyri í 3-2 í kvøld og liðini sum møtast eru:

Innleiðandi umfar (26. mars):

FC Suðuroy – Royn

MB – Undri FF

Fyrsta umfar (24. apríl):

MB ella Undri FF – Skála

HB – B71

ÍF – KÍ

FC Suðuroy ella Royn – Víkingur

EB/Streymur – 07 Vestur

TB – NSÍ

Giza/Hoyvík – B68

AB – B36

Scroll to Top