Lutakast um Løgmanssteypið

Í kvøld hevur lutakst verið um Løgmanssteypið og fyrsta umfar av kappingini. Róin Schrøder var í 3-2 í kvøld umboðandi FSF til lutakasti.

Í undanumfarinum, sum verður spælt leygardagin 27. juni, luttaka MB, Royn, FC Suðuroy og Undrið FF. Tvey av hesum liðnum fara víðari til 1. umfar, sum verður spælt ónsdagin 8. juli, og tá koma øll hini feløgini við í steypakappingina.

TB skal í eldin í Løgmanssteypinum í fyrsta umfarið ónsdagin 8. Juli og er mótstøðulið ÍF við Stórá. Dysturin verður 8. juli.

Hinir dystirnir í Løgmanssteypinum síggjast niðanfyri.

Undanumfar (27. juni)
MB - Undrið FF
FC Suðuroy - Royn

1. umfar (8. juli)
B68 - Víkingur
TB - ÍF
07 Vestur - FC Suðuroy/Royn
B71 - B36
Skála - FC Hoyvík
AB - MB/Undrið FF
EB/Streymur - NSÍ
KÍ - HB

Kappingin um Løgmanssteypið verður nakað øðrvísi í ár, sammett við undanfarin ár. Millum annað spæla hálvfinaluliðini bara ein dyst, og ikki heima og úti, sum annars hevur verið siðvenja.

Fjórðingsfinalurnar verða spældar 21. november, hálvfinalurnar 28. november, meðan finalan um Løgmanssteypið í ár verður spæld leygardagin 5. desember.

Steypavinnari í fjør gjørdist HB, sum í finaluni vann 3-1 á Víkingi.

Scroll to Top