Martin Midjord byrjaður aftur við manér! (síggið málið her)

Í dystinum kristi himmalferðardag, sóu vit aftur Martin Midjord á besta liðnum hjá TB. Martin debuteraði á besta liðnum í 2011, men hevur verið burtur frá fótbóltinum eina tíð. Martin fór óimponeraður til verka og skoraði næstan beinanvegin hann kom inn – og sikkun ein perla hann borðreiddi við! Her kunnu tit síggja málið og ein málmann, ið hvørki veit út ella inn.

Vit ynskja Martin hjartaliga vælkomnan aftur á besta liðið og ynskja honum alt tað besta!

Myndina hevur Jens Rói Sørensen tikið og upptøkurnar hevur Bjarni Nygaard gjørt.

Scroll to Top