Meistararnir eru á rættari kós

Lukasz Cieslewicz er ein framúr bóltspælari, men málini hann fekk á Eiðinum, manglaðu bara gávupappír uttaná. Í Klaksvík vænta vit meira av okkara gørpum, sum hóast alt royndu at kempa

Eftir eina varna byrjan, har TB trýsti gestirnar høgt uppi á vøllinum, komu B36 fyri seg, sum minuttirnar gingu, og tá hálvur tími var spældur, fingu teir ræðið á miðjum vølli. Hetta var eitt umráðandi tíðspunkt í dystinum, tí frá hesari løtu, blivu meistararnir veruliga vandamiklir. Tað skuldi eisini eydnast teimum at leggja seg á odda bæði 1 og 2-0, áðrenn TB fekk eitt sindur av spenningi í aftur. Hesin spenningur bleiv tó skjótt kvaldur, og so kundu gestirnar spáka ein tryggan 4-1 sigur heim til Havnar. Tað er lítil munur á liðunum í Effodeildini, men tá tey minnu royndu ikki spæla upp til síni bestu evni, tá sæst hesin munurin rættuliga væl. Hetta var júst ein av teimum keðiligu dystunum, har ikki serliga nógv gekk eftir vild, og tí gjørdist munurin tann, sum hann mátti blíva. Hendan innsatsin eiga vit skjótt at gloyma, og herja á aftur leygardagin, tá vit vitja við Djúpumýru í Klaksvík.

Mistu takið á miðvøllinum
Tá hálvur tími var spældur av dystinum í Vági, høvdu tvøramenn tvær ferðir verið tætt við at leggja seg á odda, og báðar ferðir var tað serbiski gandakallurin, Bojan Timic, ið royndi seg við langskotum. Mál spurdust tó ikki burturúr, og tað hevur verið høvuðstrupulleikin hjá TB hesi fyrstu umførini. B36 byrjaðu hinvegin at blíva naskari og naskari, og kanska trekti TB seg dekan ov langt aftur. Hvussu er og ikki, so løgdu gestirnar seg á odda beint undan steðginum, tá teir fingu tillutað eitt heppið brotspark. Bólturin kom inn í brotsteigin hjá TB, har onkur verjuleikari stútar burtur. Bólturin kemur tó ikki so langt, og tá Martin Tausen og ein B36 leikari báðir sparka, støkkur bólturin upp undir armin á Martini, og hetta sá Dagfin Forná, dómari. Lukasz Cieslewicz varð settur at skjóta, og hann var tryggur. Ivan varð sendur skeivan veg, og so var ártalsfelagið úr Havn á odda á Eiðinum. Eina málið var tað eisini munurin, tá liðini fóru til hálvleiks.

Verða vit raskari at gagnýta okkara møguleikar, og avgjørdari í verjustøðum, so fara mótstøðuliðini at fáa av grovfílini frá TB framyvir

Okkara feilir settu ferð á B36
Við einari frálíkari byrjan uppá seinna hálvleik, øktu gestirnar  eisini til 2-0 Hesaferð var tað við beinleiðis frísparki frá frísparkserfrøðinginum, Súna Olsen. Umtalaða frísparkið var tó als ikki eitt, vit vanliga seta í samband við kvalitetin hjá Súna. Skotið var ov lágt, og ikki nóg væl skrúvað. Men tá teir í TB múrinum so onkursvegna velja at syndrast, sum var tað pettir av Berlinmúrinum, er málverjin prísgivin, og forkølaða skotið lumpar øll. Hetta var seinna málið í dystinum, sum okkara høvdu GIVIÐ gestunum, og nú skuldi skil fáast á aftur. Tíggju minuttir seinni, svaraði TB aftur, eftir at eisini teir fáa tillutað eitt brotspark. Rógvi Joensen, sum var ein av monnunum í fyrr umtalaða múrfallinum, fer um koll í brotsteiginum, og enn einaferð ger Dagfinn tað rætta, og peikar beint á blettin. Tá fjøldin so sær, at Bojan verður settur at skjóta, tóktist tað valda ein tryggleiki, sum føldist sera væl. Bojan er tryggur, sum ber ólukkan, og ósvikaliga tryggur, minkar hann um munin til 1-2.
Nú kom eitt vet av spenningi í dystin aftur, men hesin spenningur bleiv tó stuttur, tí bara fýra minuttir seinni gera TB enn ein brølara, tá Martin feildømur eina annars heilt vandaleysa sending. Lukasz, sum mundi dottið á reyvina, so kløkkur hann bleiv av gratis møguleikanum, spelaði avstað, og einsamallur móti Ivani, setti málrevurin bóltin trygt framvið serbanum í TB málinum. TB leikararnar royndu eftir hetta at sleikja síni sár, og ætlaðu at trýsta mótstøðuliðið høgt uppi, men lítið bit var tá í nevslignu heimamonnunum, sum høvdu givið heili trý mál burtur.
Tá 68 minuttir vóru spældir, kom skaðaplágaði Jákup á Borg á vøllin, og 1o minuttir seinni vísti hann, at hann enn dugur væl at avslutta. Hóast tað væl sást á rennilagnum, at maðurin hevur verið burtur eina tíð frá fótbólti, so var nóg mikið av kølni í tærnum á landsliðsleikarinum, og tryggur sendi hann framvið Ivani, og via stongina kundi hann endaliga staðfesta sigurin hjá B36, sum samstundis lyfti ártalsfelagið upp á tindin aftur.

B36 royndi alt teir kundu, fyri at forða vandamikla serbanum. Frísparkið, ið Bojan vann sær her, var tó ikki nógvar millimetur frá at fara í málið.

Oddaliðini eru avgreidd
Okkara eru enn í botninum í Effodeildini, nú fyrstu fýra umførini eru spæld, men vert er at viðmerkja, at TB nú hava spælt móti trimum av teimum ovastu liðunum frá kappingini í fjør. Mótstøðan hevur eisini verið sera hørð, og hóast hetta, so hava okkara stýrt meginpartin av dystunum í heilt stórum løtum. Trupulleikin hevur tó verið tann, at vit ikki hava gagnýtt okkara møguleikar nóg væl, og so verið dekan ov blíðir í verjustøðum. Móti B36 bar av, tí beinleiðis at handa teimum trý mál, tað átti at verið óneyðugt.
Nú er hesin dysturin so avgreiddur, og tað sama eru teir sokallaðu truplu dystirnar í byrjanini. Nú er so bara at herja á í Klaksvík leygardagin, og har seta vit full segl, og blása KÍ av vøllinum, við at spæla spælið, sum vit byrjaðu við her á landi. Tað vakra spælið er komið heim.

HAGTØL
Effodeildin – 4. Umfar

B68-NSÍ 3-2 (1-2)
0-1: Klæmint A. Olsen (13.)
0-2: Klæmint A. Olsen (36.)
1-2: Ndende Adama Guéye (45.)
2-2: Jann Ingi Petersen (56.) (br.)
3-2: Jústinus R. Hansen (77.)

EB/STREYMUR-FC Suðuroy 3-0 (1-0)
1-0: Egil á Bø (7.)
2-0: Sorin Anghel (81.)
3-0: Hans Pauli Samuelsen (89.)

HB-Víkingur 1-1 (1-0)
1-0: Christian R. Mouritsen (29.) (br.)
1-1: Kaj Leo í Bartalstovu (72.)

ÍF-KÍ 2-0 (2-0)
1-0: Frank H. Poulsen (12.)
2-0: Jan Ó Ellingsgaard (45.)

TB-B36 1-4 (0-1)
0-1: Lukasz Cieslewicz (42.)
0-2: Súni Olsen (51.)
1-2: Bojan Timic (61.)
1-3: Lukasz Cieslewicz (65.)
1-4: Jákup á Borg (78.)

Scroll to Top