Tann 2. mars var eykaaðalfundur hildin við Stórá kl. 19.00. 13 limir møttu til eykaaðalfundin. Fundurin var lógliga innkallaður og viðtøkuførur.
Henrik var valdur fundarstjóri og byrjaði við at heiðra minni um gamla formannin og venjaran hjá TB Sverra Midjord. Eisini takkaði hann fyri minnisgávu til TB frá Sverra sum gav íalt kr. 13.500,-
Grannskoðaður roknskapur varð framlagdur og góðkendur einmælt. Onkrir fyrispurningar vórðu sum Judi svaraði uppá.
Henrik upplýsti at nevndin var sinnað at broyta dagfestingina fyri aðalfundin.Okkara uppskot er at halda aðalfundin í februar. Hetta passar best í samband við framløgu av roknskapi. Fundarluttakarnir mettu at best var at bíða við broytingini til 2018/19.
Enda var við at fundurin takkaði fráfarandi nevnd fyri gott nevndararbeiðið ið tey høvdu gjørt fyri TB.
Fundurin endaði kl. 21.00.
