Møguliga seinasti heimadystur hjá Teiti

Eftir ætlan fer Teitur Olsen í summar til Aalborg at útbúgva seg til bygningskonstuktør og vit á Tvøroyri mugu venja okkum við eitt TB lið uttan sterka og dámliga miðverjan.

Tað hevur verið ein fragd at sæð Teitur og Ndende í ár og einki at ivast í at Teitur verður saknaður í miðverjuni, men vónandi fáa vit tipt holið við dugnaligum leikara.

Um Teitur er bara at siga, at hann í ár hevur havt A-landsliðsklassa og veruliga hevur spælt framúr fyri TB. TB er einasta felag hann hevur umboðað síðani hann, sum óviti byrjaði á Sevmýri. Umframt allar dystir fyri TB so hevur Teitur á heiðurligan hátt umboðað felagið á øllum U-landsliðum hjá Føroyum.

Felagið vil hervið, við tí fyrivarni at Teitur fer til Aalborg eftir summarferiuna, takka Teitur fyri trúgva tænastu og vóna at síggja hann aftur í svart/hvíta búnanun.

Vit heita á fólk um at møta upp leygardagin til KÍ dystin á jóansøku fyri at siga farvæl til Teitur á heimavølli okkara. Dysturin byrjar kl. 18:30.

Scroll to Top