Mortan og Janus Kjærbo

Vegna misskiljingar og tíðartrýst hepnaðist ikki at gera eina forsøgn til annað leikumfar. Men tykur skulu ikki svíkjast aftur!

Seinast gekst rímuliga væl hjá bæði Jákup Ósá og Mortani. Jákup fekk ongan fulltreffara, men hann tippaði rætta vinnaran millum NSÍ og FCS og fekk eisini javnleikin millum TB og KÍ. Mortan fekk eisini eitt stig fyri NSÍ og FCS, men eisini ein fulltreffara í javnleikinum millum B36 og EB/Streym.
Mortan fekk 4 stig og Jákup fekk 2 stig.

Samanlagt
Mortan 4 stig
Vinir 2 stig

Eg havi bjóðað gomlu VB-kempuni og FM-legenduni, Janus Mohr Kjærbo av. Janus var best kendur sum ein no nonsense leikari, við hørðum taklingum og beinleiðis spæli. Hann spældi fyri tað mesta í miðverjuni, men tá brúk var fyri einum bóltvinnara og uppruddara á defensiva miðvøllinum, var Janus eisini tøkur har. Vágbingurin fekk sína fótbóltsuppaling á skúlalagnum í Vági og á grúsvøllinum á Eiðinum. Tað var ikki fyrrenn at graslíki bleiv lagt á vøllin í Vági, at fótbóltsevnini tóku dik á seg. Tað gekst so mikið væl í hond, at hann var úttikin til NM fyri U-16 lið í 1993, har hann bleiv innskiftur 3 ferðir.

Janus hevur spælt ein hóp av dystum fyri VB og øll av samanløgdu feløgunum, sum sunnanmenn hava havt. Hansara stórheitstíð var frá 1996-2003, tá hann spældi á hægsta stigi í Føroyum. Janus var ein av berandi kreftunum á sterka VB-liðnum, sum vann FM um aldarskiftið, og fekk fleiri góð úrslit um tað mundið.

Hann hevur eisni altíð verið til dystin fús til at hjálpa sínum bygdarmonnum, tá brúk er fyri honum í lægru deildunum. Og hann er til dystin fús enn, tað hevur hann sjálvur sagt mær!

EB/S – ÍF

Janus
Sundalagsmenn repa seglini eftir stórar útskiftingar á liðnum, men ímóti B36 vístu teir góðan vilja og fingu eitt stig við sær frá FM vinnarunum. Trøini veksa sum kunnugt ikki inn í himmaríkið, og ímóti NSÍ blivu teir væl og virðiliga settir uppá pláss, og manglandi rutinan kom til sjóndar. ÍF hevur fingið stig í báðum sínum dystum ímóti góðum liðum, og leygardagin vænti eg 3 stig til ÍF, sum er eitt betri lið í ár enn í fjør.
Úrslit 0-2

Mortan
EB/S hevur havt tveir truplar útidystir. Teir fingu ein javnleik á Tórvølli móti B36, og ein avsmurning í Runavík. Í báðum dystunum kundi EB/S bøtt um sínar fyritreytir, men teir tóku ikki av møguleikanum, tá hann var har. ÍF hevur fingið tvey remis móti enn truplari mótstøðu enn EB/S. À útivølli móti Víkingi og heima móti HB, samanumtikið er ÍF ivaleyst fegnari at fáa stigini enn HB og Víkingur, tí teir vóru undir ávísum trýsti undir dystunum. Eg vænti, at ÌF hevur spælt seg heittt nú, og við at fáa Karl Løkin aftur á liðið, fer hetta at geva teimum eitt eyka gear móti einum EB/S-liði, í liggur langt afturi á vøllinum og verjir.
Úrslit: 1-3

KÍ – HB

Janus
KÍ ætlar okkurt í ár, siga teir sjálvir. 4 stig eru komin á kontuna, men sunnudagin møtir KÍ stinnastu mótstøðuni higartil í ár. KÍ hevur fingið fleiri mans afturat og hevur eisini ein nýggjan venjara. Hvørt teir eru samanspældir nokk til at koppa HB, er ilt at siga. Eg vænti, at tað fer at taka nakrar dystir afturat, áðrenn KÍ er uppi í fullum umdreyningum. HB spældi sera væl í Fuglafirði, men megnaði ikki at umseta allar møguleikarnar til mál. Teir eru væl samanspældir og Fróði er aftur á liðnum. Hann fer at gera munin í Klaksvík.
Úrslit: 0-1

Mortan
HB eru særdir. Tveir javnleikir í teimum fyrstu dystunum er ikki nakað, teir høvdu ynskt sær, og so at vinna sær fong í Klaksvík omaná tað heila, er ikki ein ynskistøða. Úrslitini hava lagað seg so, at tað er til at liva við hjá HB. Optimisman í KÍ-leguni er at hóma, eftir at teir vunnu móti FCS og at onkrir lokalir leikarir komu á liðið aftur. Onki er størri í KÍ enn tá HB kemur á vitjan, og KÍ plagar at byrja væl í landskappingini, og tað fara teir í Havnini at merkja sviðan av.
Úrslit: 2-1

B36 – NSÍ

Janus
Áðrenn kappingina var B36 mítt besta boð uppá at vinna FM. Teir hava eitt sera gott lið, men mugu vera teirra besta offensiva kort fyriuttan, eftir at Lukasz fekk 3 dagar leikbann. Camara hevur fingið mál í báðum dystunum higartil og kann allarhelst lyfta arvin eftir pólska vágbingin. Eisini er B36 verjan tann besta í landinum, og er besta boðið uppá at støðga føroya besta málskjútta, sum longu hevur skotið 5 mál higartil. Klæmint er væl fyri, og hann kemur eisini at vera týdningarmikil í Gundadali sunnudagin. Men eg vænti ikki, at tað fer at strekkja til. B36 fer sum tað fyrsta liðið í ár, sum fer at seta NSÍ verjuna undir trýst, og tann verjan er til at tosa við.
Úrslit 2-1

Mortan
B36 hevur latið fýra mál inn í tveimum dystum, og við einum glóðheitum Klæmint A. Olsen ímóti sær, hevur Eyðun Klakstein nokk fingið skil á verjuspælið hesa vikuna. B36 hevur ein sera sterkan og breiðan hóp og eigur at vinna móti NSÍ á heimavølli. Hóast NSÍ hevur fingið eina dreimabyrjan, fara teir at verða ov stuttir í vikuskiftinum.
Úrslit: 2-0

AB – Víkingur

Janus
Aftur tvey lið, sum hava fingið 2 stig tvey tey fyrstu umførini. AB liðið er betri í ár enn í fjør, og serliga miðvøllurin við rutineraðu Bárði Olsen, Kára Nielsen og Jobin Drangastein sær spennandi út. Teir vóru sera skilagóðir ímóti HB. Ein vælspælandi Dmitri er sera týdningarmikil fyri AB-verjuna, og fáa teir tað at rigga, kunnu teir spæla Víkingi eitt puss. Hinvegin er Víkingur besta boðið hjá nógvum til FM, og Andreas Lava Olsen var í støtinum sunnudagin. Tað gevur Víkingi ein eyka trumf í strembanini eftir FM. Eisini Filip hevur verið sera eyðsýndur hesar fyrstu dystirnar og skapar nógv fyri frammeftir. Víkingur fer av Argjum við 3 stigum, tí teir eru tað betur.
Úrslit 1-3

Mortan
Víkingur má vinna dystin, teir skulu vinna dystin, og tað eiga teir eisini at gera, hóast teir eru á útivølli móti einum sterkum AB-liðið. Víkingar vóru óhepnir bæði móti ÍF og B36, og sunnudagin hava teir ivaleyst løtt kanónina, og AB fer ikki at megna at standa í móti trýstinum, hóast teir spældu ein sera góðan dyst í Gundadali móti HB. TB-dystin kann ein ikki taka fyri fult, tí umstøður til fótbólt vóru ikki til staðar.
Úrslit 0-1

FC Suðuroy – TB

Janus
FCS er komið illa frá landi í ársins kapping. 0 stig og -8 mál boða ikki frá góðum. Men leygardagin vera teir 3 útlendingarnir við, og tað skuldi styrkt um. TB er hinvegin komið fínt frá landi og hava fingið stig í báðum sínum dystum. Harafturat hevur TB víst góðan vilja at stríðast fyri stigunum, sum er rætta uppskriftin at fáa stig fyri eitt lið, sum væntast at vera í botninum. Oyggjauppgerðin leygardagin verður intens og spennandi og jøvn, og liðini fara at geva alt fyri at vinna. Man kann vænta sær meira kríggj enn fótbólt. Men eg vænti ikki nakran vinnara av dystinum.
Úrslit 1-1

Mortan
Morgunfimleikur, brunsj, felagsspøl á vøllinum og eitt MEGA STÒRT páskareggjatombola, hetta er nakað av tí, sum er í dystarupphitingini á Eiðinum leygardagin. Við átakinum er onki at ivast í, hvat vágbingar ætla sær móti TB. FCS hevur allar útlendingar tøkar og teir fara harvið at tevja blóð sunnan Hovsegg, tá tvøramenn koma á vitjan, tí nú er tann fyrsti sigurin í eygsjón. Tá grannauppgerðin er í Suðuroynni, er tað ikki altíð vakurt fólbóltsspæl, ið tølir áskoðaran. Heimaliðið dregur longra stráðið í einum jøvnum dysti, har eg vóni, at dómarin er sína uppgávu vaksin (uttan so at TB dregur fyrimun av hansara avgerðum).
Úrslit 1-0

Eg takki Janusi fyri luttøkuna.

Scroll to Top