Munandi færri mál í Effodeildini

Vit hava hugt eitt sindur aftur í hagtalsgrunnin hjá Faroesoccer, hesu ferð við tí fyri eyga at kannað og samanbera, hvussu nógv mál eru skotin samanlagt eftir hesum fyrstu sjey umførunum.

Árið í ár liggur væl undir miðal samanborið við teimum seinastu tíggju árunum í Effodeildini. Grafurin niðanfyri vísur talið av málum skotin eftir sjey umfør tey seinastu tíggju árini. Miðallinja er løgd inn eisini.

Í ár eru bert skotin 82 mál eftir hesum sjey umførunum, tað svarar til eitt sindur yvir tvey mál í miðal per dyst. Árið har flest mál vóru skotin eftir sjey umførum var í 2011, tá vóru 120 mál skotin í alt, hetta svarar til næstan 3,5 mál per dyst. Ein munur á hesum árunum er sjónligur og tað er, at í 2009 vóru bert tíggju dystir endaðir javnt, í ár eru 16 dystir endaðir við javnleiki.

Scroll to Top