Ein neisti varð tendraður, ein neisti sum menti sje til stóran eld, sum gav hita og sást langa leið, so hvørt, lagt varð afturat honum.
Ymiskt er, hvussu væl eldurin hevur brunni øll hesi árini síðani hann kiknaði, stundum stóð loðin høgt, stundum lægri, men ongatíð bleiv øskukalt.
Á einari so langari og drúgvari ferð, sum TB hevur gingið, eru ikki einans slættar og beinar gøtur á leiðini, nei har eru, sum á øllum øðrum gonguleiðum, forðingar á vegnum, djúpir dalar at fara um og tungar og møðsamar brekkur skullu gangast, men um áhaldandi verður gingið, kemst umsíðir niðaná. Soleiðis hevur søga TBs minda seg, úr dalinum á tindin og av tindinum í dalin, tó, eru flest okra samd um, at hesin túrurin í dalinum bleiv heldur drúgvur ( 35 ár), men halda okur á at ganga, koma okur umsíðir niðaná.
Hendan løtan í kvøld er serstøk, okur eru her, tí OKRA TB í dag hevur 130 ár á bakið,og okur ynskja at vísa á, at okur ERU SERSTØK, TB er einasta felag í Føroyum sum hevur verið virki í 3. ára hundraðum, TB var einabarn, til um konfirmatiónsaldur, áðrenn næsti beiggin í systkinaflokkinum sá dagsins ljós, fleiri legðist afturat seinni, í dag er systkinaflokkurin 18 í tali, onkur av yngru systkinum eru ikki til longur.
Eitt sum eisini er serstakt við TB er, at okur eru limir í einum so fínum “ klubbi “ sum nevnist Club Of Pioners, í hesum felag eru pionerarnir í teimum ymisku londunum limir. Je skal nevna nøkur á limalistanum, tað elsta er Enska Sheffild FC 1857, Wrexham úr Wales 1864, Skotska Queens Park 1867, Danska KB 1878 TB av Tvøroyri 1892 og Norska Odds Ballklubb 1894. Ikki eiti á selskapi at vera í. Í sambandi við hátíðarhaldi er formaðurin í felagnum komin á vitjan, Belgiumaðurin Tom Simons. Okur bjóða honum hjartaliga vælkomnum.
Sjey ferðirnar hevur TB vunnið meistaraheiti, fyrstuferð í 1943. Og 5 ferðir hevur TB vunnið Steypakappingina, Ísafjarðarsteypið 4 ferðir og Ísafjarðarsúlúna 1 ferð. 25 TB arar hava umboða TB á landsliðnum frá 1929 . Í dag eru tveir leikarar, sum eru uppaldir í TB á landsliðnum.
Ímillum okun hesa hátíðarløtu eru nakrir av okra leikarum, sum gjøgnum árini hava vunnið felagnum meistaraheitir og steyp,teir sum eru her, umboða liðini frá 1949 til tað seinast í 1987, onkrum teirra hevur borðist frá at vera við, teimun takka okur sjálvandi eisini. Eisini ynskja okur við viðring, at minnast teir av hesum gørpum, sum ikki eru ímillum okra longur.
Helst verða nógv av okra ungdómi, sum fara at ógvast við, tá ið tey síggja hvørjir hesir mennirnir eru, sum um eina løtu koma upp her, menn sum tey møta á vegnum av og á, og møguliga onkrir tey als ikki kenna, gamlir og hálvgamlir menn, menn sum í sínum bestu árum bóru TB til sigrar.
Teir eru her, tí teir hava tænt TB væl, og ynskja okur at heiðra teir fyri teirra avrik. Okur ynskja og vóna, at hettar fer at tendra ein neista í tikun ungu, okra framtíð, okur ynskja at vísa tikun á, at tað ber væl til at vinna alt, sjálvt um man leikar við TB. Tá hesir kundu, ja so kunna tikur eisini. Tað er bara at halda áfram at ganga brekkuna.
Jón kenna tikur øll, tað er ikki øllum børnun unt, at hava ein Føroyameistara til lærara og so avgjørt ikki til skúlastjóra, tikur eru heppin. Jóan Petur, hann sjálvur í hvíta bussinum, og sum altíd hevur skund, hann kenna tikur eisini, hann hevur eisini verið Føroyameistari, so hví kunnu tikur ikki eisini blíva tað. Haldi bara á at ganga.
Kunnu tikur ungu, framtíð okra, við teimum góðu møguleikum og góðu evnum tikur hava, lova okun øllum, at Jón og Jóan Petur ikki skullu verða teir seinastu meistararnir hjá TB.
Je fari at loyva mer at nevna tveir TB leikarar, sum á hvør sín hátt, hava tant TB leingi og væl, og sum eru ímyndir av rætta TB andanum, og komandi ættarliðum fyrimyndir. Annar teirra spældi sín fyrsta dyst á besta liðnum í 1972, vann 4 meistaraheitir og steypakappingina eina fer, hann leikti 187 dystir frá 1972 til 1999 fyri TB. Og nú 50 ár aftaná 1. dystin, er hann formaður felagsins, tikur hava gitt tað, tað er Henrik je tosi um.
Hin maðurin sum je ynski at nevna, byrjaði á besta liðnum hjá TB 1994, hann hevur einki meistaraheiti og onga steypakapping vunnið, kanska okkurt Jóansøkusteyp, men hansara hugur og alskur til TB, hevur hildi honum at eldinum øll hesi 28 árini. Hann er skrásettur fyri 353 dystir fyri TB, tann fyrsta í 1994 og tann seinasta í 2021, og er hettar helst met, helst er onkur dystur eftir í honum enn. Tikur vita helst at maðurin er Einar Petersen.
Aftur til neistan, sum kveiktist fyri 130 árum síðani.
Okur eru helst nógv, sum kundu hugsa okun, at eldurin, sum hesin neistin birti, logaði nógv bjartari, í býnum har hann kiknaði, enn hann hevur gjørt hesi nógvu seinastu árini. Hvør er orsøkin til, at login er so veikur og kámur, at hann næstan ikki sæst, er ov lítið av brenni?,er brenni vánaligt ?, ella er tað tí, at tá næstan øskukalt hevur verið, og neyðugt var at keypa brenni,var keypta brenni møguliga ikki nóg gott ?, hesum spurningum eru tað helst fleiri,sum hava eitt svar uppá.
Ungdómarnir sum eru her saman við okun, eru brennið, sum skal halda eldinum logandi. Tey í felagnum sum standa fyri ungdómsdeildini, gera eitt megnar arbeiði, tey gróðurseta og hjúkla um okra ungu spírar, fáa teir at festa rót, trívast og at blóma, men tá rótin er um at vera føst, og træðið um at blóma, verður tað skrikt upp við rót, tí okkurt, onkra aðrastani lokkar, arbeiði, útbúgving ,ella er okkurt fótbóltsfelag sum vil hava spíran.
Skullu okur aftur síggja TB logan menna seg til stóran eld, er avgerðandi treytin, at ungdómurin støðist og ikki fer av plássinum, tað uppgávuna mugu tey sum skipa samfelagið átaka sær. Lat okun øll í felag, kjúkla um spíran, fáa hann at trívast og festa rót í felagnum og á Tvøroyri, tá fáa okur aftur brenni, sum munar, og eld sum sæst.
Ímyndi tikun tann dag, tá seinasta reglan er skriva í gerðbók TB’s, og teir báir, Kári og Jens Pauli á skjalasavninum, fáa seinastu gerðabókina í varveitslu, størsta dýrgrip í Tvøroyrar søgu, savnið hevði blivið ríkari, men býurin og okur øll fátøk.
Latið okun øll, sum hava Tvøroyri og TB kært, taka lógvatak saman, og í felag fáa 130 ára gamla neistan aftur til stóran eld.
Enn einaferð til lukku við TB