Næstbesta liðið hjá okkum í føroysku mannfólka fótbóltsdeildini er á uppflytingarkós. Hóast teir í løtuni liggja á einum triðja plássi, so hevur liðið ein dyst til góðar. Vinna teir hann gerast teir nummar 2 og har við á einum plássið, sum tryggjar uppflyting.
Dysturin sum manglar at vera leiktur verður leiktur í vikuskiftinum. Hetta er ein heimadystur móti B68. B68 liggur hinvegin í niðurflytingarvanda og sostatt verður talan um ein spennandi dyst, har bæði liðini sanniliga hava sítt at spæla fyri.
Seinasti dystur TB II, sum teir vera kallaðir á Faroesoccer, vunnu teir heili 5-2 móti HB. Málmaskinan hendan dagin var Óli Johannesen, sum skeyt ikki færri enn fýra av málunum. Hitt málið gjørdi Pætur Kristensen.
TB II verður mannað av ungum og eisini nøkrum sera royndum leikarum. Sum nevnt omanfyri, so er Óli ein teirra. Landsliðslegendan hevur gjørt heili 16 mál fyri liðið í ár og liggur hann nummar tvey á toppskjúttalistanum. Í mun til Lindi Gardar frá KÍ, sum liggur nummar eitt á listanum, hevur Óli skotið øll síni í opnum spæli. Lindi hevur skotið 18 mál samanlagt harav 6 teirra á brotsspark.
Hyggur ein eftir hvørjir teir sum hava spælt flest minuttir á liðnum sæst, at aldurspennið er vítt.
Einar (41): 1260 minuttir
Hávar (17): 1178
Páll Heri (21): 1049
Óli Johannesen (43): 883
Regin (17): 810
Umframt Óla og Einar eru eisini aðrar kempur, sum hava umboða besta lið felagsins fyri árum síðani. Nevnast kunnu í tilvildarliga raðfylgju: Bárður Dimon, Dan Mortensen, Allan Smedemark, Kim Roest, Jón Johannesen, Tórur Mortensen, Olivur Abrahamsen, Jón Tórður Holm og Niels Strøm Rødgaard. Nevnast kann so eisini, at Niels Strøm Rødgaard hevur fingið heili tveir minuttir í Effodeildini ella sum tað tá var nevnt Formuladeildin í 2005 😉
Leygardagin skal TB II sum nevnt spæla móti B68 Við Stórá – dysturin verður klokkan 15:00.