Nevndin í TB fullmannað

Mánakvøldið 23. mars var árligi eykaaðalfundurin hjá Tvøroyrar Bóltfelag.

Á skránni var:

  • Framløga av grannskoðaðum roknskapi 2014
  • Val av einum starvsnevndarlimi
  • Val av tiltakslimi
  • Val av einum umboðsnevndarlimi.

Fundurin byrjaði við, at grannskoðaði roknskapurin fyri 2014 varð lagdur fram fyri fundarluttarkararnar. Sigast skal, at eins sannførandi sum 1. deildar liðið stríddi seg aftur til sessin, í Effodeildini í 2015, ja líka so málrætta stríddist nevndin at fáa felagið úr tí fíggjarliga brotasjógvi, sum felagið var komið í við árslok 2013. Positiva roknskaparúrslitið fyri 2014, er allarhelst tað besta í mong ár.

Eyðdis Elendersen, ið hevur sitið í ungdómsnevndini í umleið 12 ár, valdi at taka av nýggjum avbjóðingum og bleiv vald í starvsnevndina. Fyrrverandi formaðurin Niels Pauli Eysturberg bleiv valdur sum tiltakslimur í starvsnevndini.

Jón Johannesen, sum er eitt kent andlit innan føroyska fótbóltsheimin, bleiv valdur í fótbóltsnevndina.

Starvsnevndin hevur skipa seg og nýggjur formaður í TB er Fróði Olsen, varaforkvinna er Eyðdis Elendersen og peningarøkil er framvegis Armgarð Sørensen.

Fróði Olsen er 47 ára gamal, og hevur fyrr sitið í ungdómsnevnd felagsins og er eisini kendur sum ein trúgvur TB stuðul. Fróði er pápi Teit Olsen, ið vit kenna frá Effoliðnum.

Fótbóltsnevndin hevur eisini skipað seg. Í fótbóltsnevndini eru Jón Johannesen, formaður, Jan Ole Farstad, næstformaður og Danjal Eli West sum nevndarlimur. Thorbjørn Hermansen er tiltakslimur.

Ungdómsnevndin er skipað soleiðis Charlotta Nielsen forkvinna, Jónvør Bjarkhamar varaforkvinna, Angelie Olsen nevndarlimur og Mia Krogh Sørensen er tiltakslimur.

Tvøroyrar Bóltfelag

Scroll to Top