Felagið boðar hervið frá at nakrar broytingar eru framdar í nevndum felagsins. Starvsnevndin og fótbóltsnevndin eru báðar blivnar partvíst umskipaðar í felagnum.
Formaður fyri fótbóltsnevndina hevur verið Hans Olaf Johannesen, sum nú er blivin peningarøkil í felagnum og verður harvið limur í starvsnevndini.
Fótbóltsnevndin hevur skipað seg av nýggjum við Páll Nolsøe sum formanni. Hinir limirnir eru:
Jón Tórður Holm, næstformaður
Hallur í Heiðunum, skrivari
Jóan Petur Olgarsson, nevndarlimur
Thorbjørn Hermansen, nevndarlimur
Tórur Mortensen, eykalimur.