Tvøroyrar Bóltfelag skipar aftur í ár fyri neytamykjukapping í Ørðavík. Tarvskálvurin ger sína skyldu 14. oktober klokkan 13.
Sølan av lutaseðlum byrjar hesa vikuna og til ber at ogna sær møguleikan fyri at vinna tarvskálvin í samband við dystin hjá TB/FC Suðuroy/Royn sunnudagin ímóti KÍ, tá verða lutaseðlar seldir í kioskini.
Kostnaður fyri ein lutaseðil er 100 krónur.
Felagið ynskir at takka Varðan Pelagic fyri stuðul í samband við hesa kapping.