
Seinastu vikurnar hevur bretin, Nicholas Ferenc Diverdics vant við Effohópinum hjá TB, og beinanvegin sást, at hesin hevði góðar dygdir. Farið varð tískil alt fyri eitt í gongd við at skaffa hesum spæliloyvi úr Bretlandi, so at hann kann umboða TB. Nú er greitt, at pappírini eru avgreidd, og sostatt verður álopsinnaði bretin við í Effodeildardystinum í Sørvági í morgin. Aðrastaðni byrjar kappingin í 1. Deild í morgin, og okkara vitja á Skála í fyrsta umfari.
Styrkin er í álopspartinum
Nýggi TB leikarin, Nicky hevur sína høvuðstyrki í álopspartinum, og hann kann væl vísa seg at verða okkara millumlið, millum miðjuna og álopið. Hann megnar tó eisini at spæla á øðrum plássum, og tí er tað ein avgjørdur styrkur, sum TB nú hava skaffað sær.
Saman við hinum á TB liðnum fara teir at royna at koppa vágamonnum í Sørvági í morgin, og dysturin byrjar kl. 16.Hvat kann man vænta ?
Tað er vónleyst at meta um, hvussu fer at gangast í morgin. Men tað skerst ikki burtur, at tað verður sera sera spennandi. Bæði liðini taptu við trimum málum í fyrsta umfari, og tí ynskja bæði sjálvandi at reisa seg sum skjótast. Tað verður best gjørt, við einum góðum úrsliti, og tí verður nógv trýst á báðum legum í morgin.
Undan kappingina blivu júst TB og 07 Vestur mett til at vera favorittar til at flyta niður, og eftir fyrsta umfar hava teir góðu spámenn neyvan broytt meining. Tí er sera umráðandi, at tað, við fyrsta møguleika, verður gagnýtt, at man kann leggja sjógv millum seg og kappingarneytarnar. Dysturin í morgin er sostatt ein sokallaður 6-stig-dystur, har hvørgan av liðunum kann brúka ein javnleik til nakað serligt.1. Deild byrjar í morgin
Fyri fyrstu ferð í mannaminnir, hevur TB lið í bestu og næstbestu deildunum, og tað forpliktar. Tí er spenningurin stórur undan fyrsta umfari av 1. Deild í morgin, tá okkara leggja frá landi, við útidysti á Skála. Heimaliðið stóð seg sera væl í 1. Deild í fjør, og tí verður tað væntandi ein sera trupul dystur hjá okkara unga hópi. Men okkara eru svangir, og sera ídnir, so tað verður spennandi at síggja, hvussu teir fara at roynast í ár.
TB hevur fingið góðan styrk aðrastaðni úr oynni, og ikki minni enn fýra hvalbingar eru komnir til felagið. Umframt hesar, so eru eisini komnir tríggir úr FC Suðuroy, og allir fara beinleiðis inn í eitt harðnandi stríð um byrjunarplássini á 1. Deild.
Tveir venja við Effoliðnum
Jón Thomsen og Tóki Brattalíð, sum eru komnir til TB úr ávíkavist Royn og FC Suðuroy, venja báðir við Effodeildarhópinum fyri tíðina, so teir hava veruliga tikið øktu kappingina til sín, og eru hvør sær, blivnir betur leikarar, hesa fyrstu løtu teirra í TB.
Jón var gamaní partur av TB í seinnu kappingarhálvu í fjør eisini, men tað blivu bert til fýra dystir. Í ár hevur hann imponera venjaran, Hans Fróða Hansen, og hann er ivaleyst sera spentur, nú hann er sloppin upp á Effodeildarliðið.
Vit ynskja Jón, Tóka og sjálvandi øllum hinum á 1. Deild, eitt gott kappingarár, og vóna at byrjanin verður hampulig í morgin.
Bestu eydnu dreingir og drívið á !