Tað er okkum ein stór gleði at kunngera, at tveir av okkara ungu leikarum eisini eru at síggja við Stórá í 2023, nú TB skal leika í bestu deildini aftur.
Nikolei Johannesen er bert 21 ára gamal, men hann er longu ein av royndastu leikararnum á liðnum, tí hann er noteraður fyri 109 dystir við besta liðnum hjá TB, harav 10 vóru fyri tá samanlagda liðið.
Nikolei spælir á miðjuni og hevði sín fyrsta dyst 21. oktober 2018, tá hann slapp at royna seg ímóti KÍ.
Nikolei hevur skorað 10 mál fyri besta liðið, harav 7 av teimum komu í fjør, ið var eitt rættuliga gott ár hjá honum persónliga.
Jens Erik L. Bruhn er 20 ára gamal, men er, eins og Nikolei, ein av royndastu leikarunum á liðnum. 97 dystir hevur Jens Erik spælt fyri besta liðið.
Evnaríki Trongisvingurin heldur til á miðjuni og er eitt av eyðkennunum hjá honum hansara ótrúliga renniorka. Jens Erik gevst aldrin fyrr enn dómarin hevur floytað og hevur ein fantastiskan liðanda.
Tvøroyrar Bóltfelag ynskir Nikolei og Jens Eriki bestu eydnu í kappingrárinum 2023.