NSÍ vitjar skansan við Stórá

Sunnudagin klokkan 14:30 tekur TB/FC Suðuroy/Royn ímóti NSÍ við Stórá. NSÍ verður sostatt fyrsta liðið, sum TB/FC Suðuroy/Royn møtir fyri aðru ferð. Fyrstu ferð liðini hittust var við Løkin í Runavík, tá var talan um dyst í steypakappingini. Hesin dysturin við Løkin var sera spennandi, men tíverri fyri TB/FC Suðuroy/Royn so dróg NSÍ longra stráðið eftir 120 minuttum. Í tí dystinum lúrdi eitt comeback líkt tí ímóti B36 eisini, men tíverri bleiv tað ikki og tí slapp NSÍ víðari í steypakappingini.

NSÍ hevur eins og tey flestu liðini, sum annars vóru mett at luttaka í FM stríðnum, ikki megna at fingið fulla úrtøku í flestu dystunum. Teir hava vunni ein dyst og spælt tríggjar javnleikir, sum gevur teimum seks stig. NSÍ liggur í løtuni nummar 5 í Effodeildini.

Størsta styrkin hjá Runavíkingum liggur í samansetingini millum Klæmint Olsen og Árna Frederiksberg, sum hava víst seg at standa aftanfyri hópin av málum hjá NSÍ. Árni sum oftast sum maðurin við antin næst- ella triðseinasta fótin á bóltinum og Klæmint sum málskjútti. Klæmint hevur higartil skotið trý mál í Effodeildini.

Higartil hevur tað ikki eydnast nøkrum liðið at vinna sær stig við Stórá, vit hava vunnið allar tríggjar dystirnar á heimavølli og NSÍ skal sanniliga eisini sleppa í eldin við Stórá, tá Maurice og hansara 11 kosnu menn fara at berjast sum úlvar á skóg. Málið er uttan iva, at senda NSÍ út gjøgnum Trongisvágsfjørð uttan so mikið sum eitt stig, men hesa ferð er ongin orsøk at bíða til evstu løtu við vinnandi málinum.

Sum vit nevndnu í vikuni, so er Jón Krosslá Poulsen follin væl til sættis í álopinum hjá TB/FC Suðuroy/Royn og er hann toppskjútti við fýra málum í Effodeildini.

Heimasíðan hevur fingið orðið á Gullok í samband við dystin ímóti NSÍ. Hann staðfestir tað, sum vit hava ført fram.

– NSÍ tykist at vera meira kompakt á miðjuni í ár, samanborið við tey seinastu árini. Styrkin hjá runavíkingum liggur á kantunum, har leikararnir hava sera góðan sparkiteknikk. Kantarnir duga sera væl at leggja bóltin í rúmið millum verjuna og málmannin og tað er júst í hesum rúminum, at Klæmint Olsen liggur og lúrir. Hann skorar 95 prosent av málinum í brotssteiginum.

TB/FC Suðuroy/Royn liggur aftur sum oddalið í Effodeildini og hevur tað fingið ans frá miðlunum og tí verður dysturin við Stórá varpaður út í Útvarpinum. Frásøgumaður verður Niels Petersen.

Scroll to Top