Nú nærkast til basarin

Dagarnir fækkast til árligi basarurin hjá Tvøroyrar Bóltfelag skal haldast. Tvøroyrar Bóltfelag hevur í mong ár skipa fyri einum basari og hevur hetta verið eitt væleydna og vælmótikið tiltak, ið vónandi aftur í ár fer at eydnast væl.

Basarurin í ár verður hildin í Ítróttarhøllini í Trongisvági sunnudagin 3. november klokkan 16:00.

Sum altíð verður nógv gott at vinna.

Vinningar

– Matur: Dunnur, tjógv, bøgir, lambaryggir, fleskasteikir, tvøstlykkjur og fiskur.

– Góðgæti: Karamelleskjur, konfekteskjur, jólakalendarir og hópin av sodavatnskassum.

– Leikur og príðislutir.

– Gávukort av ymsum slag.

Á lutaseðli verður m.a.:

– Gávukort frá Fonn Flog á 3000,-

– Gávukort frá Fysio Fitness uppá 10 túra kort

– El-Tannbust

– Leikur

– Ymsur matur

– Ymisk gávukort

Scroll to Top