Nú skal byggjast víðari

Eftir sigurin ímóti Skála í vikuni koma argjamenn á vitjan við Stórá og tá skal byggjast víðari uppá sigurin ímóti botnliðnum av Skála.

AB hevur higartil í ár ongan vunnið, men spælt tríggjar javnleikir og harvið hevði enn ein sigur ímóti hinum botnliðunum verði kærkomin.

Seinastu fimtan dystirnar sum feløgini hava leikt ímóti hvørjum øðrum er býtið rættuliga javnt. TB hevur vunnið seks, AB hevur eisini vunnið seks og tveir endaðir javnt. Í fjør var býtið heilt javnt, ein av hvørjum.

Við einum sigri ímóti AB so kunnu vit møguliga lyfta okkum enn eitt pláss upp. Trøðini vaksa møguliga ikki upp í himmalin, men við tveimum sigrum á rað ber til at næstan kickstarta kappingarárið og seta ferð á aftur.

Eftir harttiltrongda sigurin ímóti Skála eydnaðist tað eisini langt um longi okkara monnum at fáa ein sigur í hús. Hetta var fyrsti sigur síðani august í fjør.

Ímóti Skála var talan um eitt sera sannførandi avrik frá Meinhardti Joensen, sum hevur verið ein tryggur skansi. Hann hevur nú hildið reint mál í trimum dystum.

Mynd: Mariann Mikkjalsdóttir

Scroll to Top