Skipað málmansvenjing í ungdómsdeildini

Týdningarmikið er hjá einhvørjum felagi, ikki at gloyma ungdónsarbeiðið. TB hevur nú í mong ár havt eina sera góða ungdómsdeild og áhaldandi verður leitað eftir betringum á hesum øki. Tað seinasta átakið er at fáa venjingina av okkara ungu málmonnum skipaða. Tað eru teir báðir Niels Petersen og Steen Sørensen, ið longu í dag fara undir hetta spennandi arbeiðið. Niels er útbúgvin málmansvenjari og Steen er fyrrverandi málmaður – tey, ið minnast eitt sindur aftur í tíðina, eins og undirritaði, minnast eisini at Steen vann sær heiður sum ársins málverji hjá piltunum á sinni og í mong ár var hann at finna í TB-málinum bæði í fótbólti og hondbólti. Steen hevur sjálvur vant teir ungu eina tíð, men í dag kl. 16:00 verður so fyrstu ferð at hann og Niels verða saman um venjingina. Teir eru sera spentir at fara undir uppgávuna og vóna at hetta kann verða við til at skapa nýggj málmannstalent og ikki minst, at betra um tey vit longu hava. TB var kent fyri at hava góðar málverjar – hvør minnist ikki Gordon Hofgaard og Per Strøm, ið báðir eru legendar í føroyskum fótbólti. Ikki bara fyri avrikini fyri TB, men eisini fyri føroyska landsliðið. Niels og Steen verður haðani ynskt góða eydnu við arbeiðinum og ein tøkk skal eisini ljóða fyri teirra stóra innsats fyri felagið!

Scroll to Top