Nýggir B-venjarar

Í summarhálvuni hava venjaraskeið verið skipaði av Fótbóltssamband Føroya. FSF byrjaði B-venjaraskeiðini og vóru 11 úr TB við til B1 venjaraskeiði, seinni aftur var hildið áfram við B2, B3 og B4, har tað so bert vóru tveir í TB, ið valdu at luttaka.

Teir báðir vóru Allan Smedemark og Karl Øster. Í gjárskvøldið var endaliga royndin hjá teimum og stóðu teir báðir royndina.

Praktiska próvtøkan var hildin 19. mei og tann ástøðiligi parturin varð endaður í gjár.

Ein annar suðuroyingur var eisini til próvtøkuna og hevur lokið próvtøkuna til B-licensin, Eyðun “Gullok” Svalbard, sum tó ikki umboðaði Tvøroyrar Bóltfelag.

Tvøroyrar Bóltfelag ynskir teimum hjartaliga til lukku við B-licensin og fegnast um at hava fleiri venjarar við UEFA venjaralicensum.

Scroll to Top