Nýggjan høvuðsungdómsvenjara

Felagið setti í ár danan John Petersen sum høvuðsungdómsvenjara fyri 2018. Nú sáttmálin er við at enda, hevur John avgjørt at leita sær eftir nýggjar avbjóðingar.

Okur í felagnum hava verið sera glað fyri tað arbeiði, ið John hevur gjørt í felagnum, og nógv spennandi tiltøk eru sett í gongd innan ungdómsfótbóltin her á staðnum.

John heldur fram sum vant at venja børnini til 8. desember, tá hann fer av landinum.

Okur vilja takka John fyri gott samstarv og ynskja honum alt tað besta á víðari á leið síni.

Felagið er fari undir at leita eftir nýggjum høvuðsungdómsvenjara.

Scroll to Top