Nýggjur høvuðsungdómsvenjari settur

Sum ein liður í okkara ætlan at menna ungdomsfótbóltin í felagnum, hava vit sett ein nýggjan høvuðsungdomsvenjara í fulltíðarstarv.

Høvuðsungdomsvenjarastarvið hevur víst sær at vera eitt somikið tíðarkrevjandi arbeiði, at um tað skal røkjast til fulnar, so er neyðugt at høvuðsungdómsvenjarin tekur sær av hesum burturav. Vit hava søkt eftir venjarum uttanlanda, og hevur áhugurin í hesum starvið verið stórur. Umsøkjarir hava verið úr fleiri londum eitt nú bæði Danmark og Serbia.

Avgerðin fall á danan John Petersen. John er 34 ára gamal, og hevur  verið fótbóltsvenjari síðstu 17 árini. Seinasta árið hevur John verið í starv hjá Køge Kommune, har hann hevur arbeitt við at fáa fleiri gentur at spæla fótbólt. John hevur UEFA-B licens, umframt at hann hevur tikið nýggja DBU útbúgving innan talentidentifikation og scouting.

Høvuðsungdómsvenjarin fer at vera til staðar inni við Stórá tá venjingar og dystir eru, og fer at stuðla okkara venjarum. Hetta fer vónandi at lyfta støði á venjingunum, umframt at lætta byrðuna á lokalu venjarunum, ið gera eitt megnar sjálvboði arbeiði.

Tað er eisini eitt ynski at hesin høvuðsungdómsvenjarin er við til at uppbyggja eitt gott ítróttarumhvørvi rundan um felagið, har pláss er fyri øllum, har ungdómurin og venjarir hava tað gott samstundis sum ein miðvís menning fer fram.

John byrjar í starvinum 1. mars.

Scroll to Top