Pól F. Joensen er eitt kent andlit í føroyskum fótbólti og serliga TB, og nú hevur hann valt at hjálpa felagnum við ungdómsarbeiðnum aftur. Pól hevur gjøgnum tíðina sum fótbóltspælari fyri TB umboða TB í 200 dystum, sambært Faroesoccer og náddi hann at leika ein vinardyst fyri A-landsliðið í 1990.
Pól hevur áður havt ábyrgdina av ymiskum liðum í ungdómsdeildini hjá TB og tí er tað ikki nakað ókent fyri Pól at traðka til sum høvuðsvenjari fyri ungdómsdeildina. Hann var eisini ein av venjarunum, sum vandu børnini á fótbóltsskúlanum hjá TB í summar.
Pól hevur í tey seinastu árini fingist nógv við venjaraútbúgvingarnar hjá FSF, har hann hevur UEFA A-licens prógvið og hevur millum annað staðið á odda fyri besta liðnum hjá TB í 2009. Seinastu tíðina hevur Pól í fótbóltshøpi einamest bert fingist við U17-landsliðnum, saman við Áka Johansen.
Pól skrivaði undir sáttmála við ungdómsdeildina hjá TB áðrenn summarsteðgin og byrjaði í gjár (mánadagin) sín fyrsta dag sum høvuðsvenjari.
Vit gleðast um, at Pól hevur tikið av tilboðnum um at hjálpa okkara ungdómi.